Vatnahúsini — the Lakehouse
Svørt smáttur við grønum torvtaki í Vatnahúsunum

Sertilboð í heyst

4 fólk · frí.–sun.

745,-fyri hvønn

Síggj tøk vikuskifti Um tilboðið
Vatnahúsini í Miðvági
MIÐVÁGUR

Vatnahúsini - Har vindar venda

Leiga
Opið alt árið - vel dagar og kanna, hvørji hús eru tøk
Vælkomin

Slaka av. Uppliv náttúruna í tínum egna tempo.

Vit bjóða tær at njóta friðin tætt við náttúruna. Lat skiftandi ljósið, skýggini og kyrra vatnið seta tempoið fyri veruna.

Við íblástri frá føroyskari byggisiðvenju eru Vatnahúsini fimtan træhús, savnað í trimum smáum bólkum — hvørt við sínum egna túni, har grannar hittast.

Føroysk ull Hanakampur
UM SMÁTTURNAR

Heimligt og hugnaligt

Tá ið tit trína innum, varnast tit skjótt, at smátturnar eru nýmótans úr enda í annan. Opið er upp undir tróður, og dagsjósið floymir inn um høgu vindeyguni, haðani útsýnið út á Trælanípu breiðir seg út. Hvør smátta hevur allar nútímans hentleikar og er sera væl egnað til barnafamiljur.

Stova við glasgavli — fólk hyggja at útsýninum Húsanummar á myrkum træi
Smátturnar við flagtekju Terrassa við grønum stólum og Trøllkonufingri í bakgrundini Útsýni yvir hagan móti Trælanípu Morgunmatur á borðinum í smáttuni
1-5
Norðaratún

Norðaru smátturnar eru nærindis innkoyruvegnum.

6-10
Miðaratún

Mittastu smátturnar eru í felagstúninum.

11-15
Syðratún

Sunnaru smátturnar venda móti haganum.

Bóka vikuskiftið
Í hvørjari smáttu

Alt, tú hevur tørv á til eitt gott uppihald

Smátturnar eru væl innrættaðar og hava alt tað, tú hevur tørv á til eitt hugnaligt og avslappað uppihald.

Køkur og borðstøð við útsýni Stova við leika upp á loftið Loftið við tveimum songum og útsýni niður í stovuna
Pláss
  • 2 sovikømur, 1 vesi og 1 brúsirúm
  • Sovipláss til 6 gestir
  • 60 m²
Songir
  • Sovikamar 1: 1 dupultsong (queen-size)
  • Sovikamar 2: 1 dupultsong (queen-size)
  • Loft: 2 einkultseingir
Køkur
  • Ovnur, kókipláta og uppvaskimaskina
  • Stórt køliskáp við frystara
  • Elketil og breyðristari
  • Kaffimaskina
  • Køksamboð og borðbúnaður
Baðirúm
  • Serskilt vesi og brúsirúm
  • Hárturkari
  • Handklæði
  • Sjampo og sápa
Annað
  • Hiti
  • Ókeypis Wi-Fi
  • Parkering
  • Terrassa
  • 55" flatskíggjasjónvarp
  • Borðspøl og pusl
  • Roykfrítt
Útsýni framvið húsinum móti berginum
Staðseting

Miðvágur

Allar smátturnar hava útsýnið út á Trælanípu, og eitt hanagleiv er at spáka til matvøruhandlar.

Í Vágum yvirhøvur er nógv at síggja og fara til: Trøllkonufingur, Múlafoss, Drangarnar o.s.fr.

Smátturnar kunnu leigast alt árið.

Vága Floghavn 10 min. í bili
Trælanípa 30 min. at ganga
Matvøruhandlar  2 min. at ganga
Tórshavn 45 min. í bili
Vatnahúsini · Miðvágur, Vágar Lat upp í Google Maps ↗
Svartir gavlar við grasi á takinum
Um okkum

Vert umsitur Vatnahúsini

Tað er føroyska felagið Vert, sum umsitur Vatnahúsini í Miðvági.

Sjálv verkætlanin er gjørd í samráð við Vága kommunu. Smátturnar eru bygdar við serligum tilfari, sum eitur CLT (Cross Laminated Timber), sum er bæði umhvørvisvinarligt og burðardygt. Endamálið var at gera so lítið inntriv í lendið sum gjørligt, m.a. við ongari spreinging. Tað serliga við smáttunum er, at tær kunnu takast burtur og verða fluttar, um tørvur verður á tí seinni. Tað er arkitekturin Mayfinn Norðoy, sum hevur sniðgivið smátturnar.

Vert er millum størstu veitarum av frítíðarbústøðum í Føroyum, og umsitur felagið í dag oman fyri 200 ognir kring landið.

Skelti hjá the Lakehouse framman fyri smáttunum Útsýni út á Trælanípu innan úr smáttuni
Bílegg her →
745,-fyri hvønn Síggj tøkt